Biðja landið um pengar til Mentanarhúsið

Biðja landið um pengar til Mentanarhúsið
Fuglafjarðar kommuna hevur seinastu árini sett av hálva aðru millión kr. til rakstur og viðlíkahald til húsið
Fuglafjarðar kommuna biður nú landið um pengar til Mentanarhúsið
 
11.11.2021 - 16:30

Fuglafjarðar kommuna biður nú landið um pengar til Mentanarhúsið.

Kommunan hevur skrivað til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum um at fáa Mentanarhúsið í fíggjarlógina.

Mentanarhúsið er bygt í 2002. Fuglafjarðar kommuna tók við húsinum í 2012.

Kommunan hevur seinastu árini sett av hálva aðru millión krónur til rakstur og viðlíkahald, og er sinnað at halda fram við tí.

Men hon heitir nú á løgtingið um eisini at lata pengar til Mentanarhúsið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334