Pólland handtikið migrantar á markinum

Pólland handtikið migrantar á markinum
Túsundtals fólk eru á markinum millum Hvítarussland og Pólland, sum royna at sleppa inn í ES
Støðan á markinum millum Hvítarussland og Pólland er spent, og í nátt tóku pólskir myndugleikar fleiri enn 100 migrantar.
Mynd: RitzauScanpix  
 
18.11.2021 - 10:38

Pólskir myndugleikar upplýsa, at teir í nátt hava handtikið fleiri enn 100 migrantar, sum ólógliga royndu at sleppa um markið úr Hvítarusslandi og inn í Pólland.

Myndugleikarnir leggja hvítarussiskar herdeildir undir at hava oyðilagt ein part av hegninum og píkatráðnum fram við markinum.

- Hvítarussisku herdeildirnar noyddu migrantar til at steina eftir pólskum hermonnum fyri at órógva teir. Royndirnar at sleppa um markið vóru fleiri hundrað metrar haðani, skrivar verjumálaráðið á Twitter.

Túsundtals migrantar 

Fleiri túsund migrantar hava seinastu tíðina hildið til á hvítarussiska markinum til Pólland, Litava og Letland, í vón um at sleppa inn í ES og biðja um friðskjól.

Teir eru lokkaðir at bíleggja sær dýra pakkaferð til Hvítarusslands og síðani at smoyggja sær um markið til Póllands og inn í ES, biðja um friðskjól har og fáa betri tilveru.

ES hevur svarað aftur við hørðum tiltøkum, men hvítarussiski forsetin, Alexandr Lukasjenko, sigur, at kreppan, sum er íkomin, tænir ikki Hvítarusslandi, og tey nú arbeiða við at fáa migrantarnar aftur, hagar tey komu.

Talan er um migrantar úr eitt nú Irak, Sýria og Jemen.

ES leggur Hvítarussland undir at brúka migrantarnar sum finnur í politiskum spæli, og hevur svarað aftur við tiltøkum móti hvítarussiska stýrinum og aktørum, sum hava hjálpt til at flyta migrantarnar til markið, eitt nú almenna hvítarussiska flogfelagið, Belavia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083