Jenis: Miðnámsskúlarnir hava yvirhøvur dugað væl at halda tilmælini

bannari
Jenis: Miðnámsskúlarnir hava yvirhøvur dugað væl at halda tilmælini
Miðnámsskúlarnir hava yvirhøvur dugað væl at halda tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við koronu, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2021 - 14:47

Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, rósar miðnámsskúlunum fyri handfaringin av koronustøðuni.

Hann hevur svarað Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, sum spurdi um fráveru hjá næmingum á miðnámi.

Síðani korona tók seg upp, hava miðnámsskúlarnir skipað fyri undirvísing talgilt fyri næmingar, ið eru heima, tí teir hava koronu, ella eru settir í sóttarhald, samstundis sum vanliga undirvísingin er.

Sostatt hevur næmingurin ikki verið fráverandi frá undirvísing, hóast hann hevur verið við hús vegna smittu ella í sóttarhaldi. 

Men er næmingur, tí viðkomandi hevur koronu, ikki nóg birgur ar fylgja við undirvísing á t.d. Teams, verður tað skrásett sum frávera, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. 

 

Skrivlig avrik skulu latast inn

Kravd skrivlig avrik skulu latast inn rættstundis í øllum skúlum, hóast koronusmittu ella sóttarhald, men næmingur kann fáa nýggja innlatingarfreist, um næmingurin ikki megnar at halda freistina fyri innlating.

Sjúkraundirvísing kann verða sett í verk, um sjúkrafráveran er longur enn 15 dagar.

Jenis av Rana sigur, at koronutilmælini eru broytt nakrar ferðir, og tað er hvør einstakur skúli í samstarvi viið landslæknan og heilsufakliga bólkin, sum tekur støðu til tiltøk í sambandi við smittufyribyrging.

Skúlarnir eru ymiskir, og tað kunnu vera avbjóðingar at halda tiltmæli um fjarstøðu, tí hølisviðurskiftini eru ymisk.

Men sum heild heldur landsstýrismaðurin, at skúlarnir hava dugað væl at halda tilmælini frá myndugleikunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860