Framvegis eingin semja um nýggja stjórn í Svøríki

Framvegis eingin semja um nýggja stjórn í Svøríki
Meiriluti er ikki fyri Magdalenu Andersson sum nýggjum forætisráðharra, men atkvøtt verður í málinum í ríkisdegnum mikudagin
Tað gongur striltið hjá Magdalenu Andersson, nýggju forkvinnuni í svenska Javnaðarflokkinum, at skipa stjórn. Í dag høvu hon og formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, tíðindafund um støðuna.
Mynd: RitzauScanpix  
 
22.11.2021 - 14:59

Eingin semja er um at skipa stjórn í Svøríki. 

Tað hevur Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum, boðað formanninum í ríkisdegnum frá, tí semja fekst ikki við Vinstraflokkin.

Orsøkin er kravið frá Vinstraflokkinum um, at pensjónin skal hækka, skrivar tíðindastovan TT, sum endurgevur ónevndar keldur.

Centerflokkurin atkvøður fyri

Sosialdemokratarnir sita í dag í stjórn saman við Umhvørvisflokkinum, og teir hava fingið Centerflokkin við, afturfyri at atkvøða fyri Magdalenu Andersson sum forsætisráðharra.

Men hóast svenski Javnaðarflokkurin og Vinstriflokkurin ikki kunnu semjast um at stuðla Magdalenu Andersson sum forsætisráðharra, kemur málið fyri ríkisdagin.

Tað váttar formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, á tíðindafundi í dag.

Tí skal atkvøðast um Andersson í ríkisdegnum, og tað verður gjørt mikumorgunin.

Men í løtuni er ikki meiriluti fyri henni í ríkisdegnum.

Í Svøríki skal ríkisdagurin geva heimild til at skipa stjórn.

Má fáa stuðul frá fleiri flokkum

Skal Magdalena Andersson veljast, skal hon, um framt stuðul frá sínum egna flokki, eisini fáa stuðul frá umhvørvisflokkinum Teimum Grønu, Centerflokkinum og Vinstraflokkinum.

Expressen skrivar, at afturfyri at atkvøða fyri Magdelenu Andersson, krevur Vinstriflokkinum at fáa stuðul frá stjórnini til trý ítøkilig mál: at hækka pensjónina, betri sjúkratrygd og eina avtalu um, at flokkurin fær ávirkan í framtíðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377