Norski Magnus Carlsen telvað longsta HM-talv nakrantíð

Norski Magnus Carlsen telvað longsta HM-talv nakrantíð
Norðmaðurin Magnus Carlsen vann í gjárkvøldið sætta talvið í dystinum um heimsmeistaraheitið í talvi fyri einstaklingar móti russiska avbjóðaranum Ian Nepomniachti.
Magnus Carlsen, norskur telvari.
 
04.12.2021 - 13:23

Hini fimm talvini eru øll endað jøvn. Magnus Carlsen vann eitt óvanliga drúgt og dramatiskt talv. Tað vardi í átta tímar, og ikki fyrr enn 136 leikir vórðu fluttir, legði russiski avbjóðarin kongin. Hetta er longsta talv í nøkrum HM-finaludysti.

Sjeynda talvið í HM-dystinum í Dubai verður í dag. Í alt eru fjúrtan talv. Telvað verður til 14. desember. 31 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðani 2013.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652