Ítróttarháskúlin biður løgtingið um 6,5 mió. kr. til skúlabygning

Ítróttarháskúlin biður løgtingið um 6,5 mió. kr. til skúlabygning
Ítróttarháskúlin í Suðuroy manglar ein skúlabygning til sítt virksemi, og tí er ætlanin at keypa og umbyggja ein bygning, ið skal brúkast sum skúlabygningur
Soleiðis ímyndar tey sær, at felagshølini í nýggja skúlabygninginum hjá Ítróttarháskúlanum í Suðuroy skulu síggja út
Mynd: Kontrast  
 
15.12.2021 - 09:57

Ítróttaháskúlin í Suðuroynni hevur biðið løgtingið um 6,5 mió. kr. at byggja fyri í Vági. 

Ætlanin er at keypa og rudda ein bygning, sum skal umbyggjast til skúlabygning. 

Byggifelagið Norcon hevur bjóðað sær til at byggja fyri slakar 9,8 mió. kr. 

Ein millión skal brúkast til at keypa og rudda bygning, so við meirvirðisgjaldi fer byggingin at kosta 13,2 mió. kr.

 

Háskúlar fáa ikki meirvirðisgjaldið aftur, tá teir byggja.

Dennis Holm, formaður í stýrinum fyri Ítróttarháskúlan, greiddi frá ætlanini í útvarpinum í september í fjør. 

- Ítróttarháskúli í Suðuroy er sikkurt fyrsti skúli, ið er byrjaður í Føroyum, um at hava nakran skúlabygning. Men málið hevur allatíðina verið, at fáa til vega teir grundleggjandi hentleikarnar, ið skulu til, fyri at reka ein skúla, eitt nú ein skúlabygning, segði Dennis Holm millum annað. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473