Maður við lásboga breyt inn í Windsor Castle

Maður við lásboga breyt inn í Windsor Castle
Elisabeth drotning var til staðar í Windsor Castle, har hon helt jól, og fyrireikaði árligu jólarøðuna til bretska fólki, tá maðurin royndi at sleppa sær inn og var handtikin
 
27.12.2021 - 11:01

Ein maður, sum var handtikin í Windsor Castle í London jóladag, var vápnaður við einari lásboga ella pílabyrsu, sum tað eisini verður nevnt.

Tað upplýsir bretska løgreglan.

Elisabeth drotning var til staðar í Windsor Castle, har hon helt jól, og fyrireikaði árligu jólarøðuna til bretska fólki, tá maðurin  royndi at sleppa sær inn og var handitikin.

 

19 ára gamal

Sambært politinum, var hann handtikin, stutt eftir at hann var komin inn á økið kring Windsor Castle, og hann megnaði ikki at koma inn í nakran av bygningunum.

19 ára gamli maðurin er settur í psykiatriska viðgerð, eftir hann var handtikin, upplýsir bretska løgreglan sambært BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373