Amerikanski verjumálaráðharrin fingið koronu

Amerikanski verjumálaráðharrin fingið koronu
Lloyd Austin sigur seg ikki vera serligan sjúkan, men er við hús eftir boðum frá læknum
Lloyd Austin er amerikanskur verjumálaráðharri.
Mynd: RitzauScanpix  
 
03.01.2022 - 08:42

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, boðar frá, at hann hevur fingið koronu, og at hann tí verður við hús í einar fimm dagar eftir boðum frá læknanaum.

Tað boðar verjumálaráðharrin sjálvur frá á heimasíðuni hjá verjumálaráðnum.

Verjumálaráðharrin sigur seg ikki vera serliga sjúkan, men velur at vera heima eftir boðum frá læknanum.

Lloyd Austin hitti amerikanska forsetan, Joe Biden, 21. desember, og tað var væl, áðrenn hann merkti til sjúkuna.

Austin sigur seg vera so mikið væl fyri, at einki forðar sær í at hava fund á telduni við onnur, stendur í boðunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373