Fundur um nýggjar býarbussar útsettur

Fundur um nýggjar býarbussar útsettur
Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar býráð, sigur, at málið er ov illa lýst
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2022 - 17:54

Skulu býarbussarnir í Tórshavnar kommunu koyra við diesel, ella skulu teir koyra við ravnmagni?

Tann spurningin skuldi tekniska nevnd í býráðnum viðgera í dag og møguliga koma til eina niðurstøðu.

Men fundurin er útsettur.

Málið er ov illa lýst, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð. 

 

Sáttmálin longdur

Sáttmálin við Gundur Bussar er farin úr gildi, men er longdur fleiri ferðir.

Ein snávingarsteinur liggur í, um samtykti orkupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu, sum sigur, at el-bussar skulu avloysa diesel-bussar frá 2027, skal haldast, ella um skrivast skal undir sáttmálan, sum ber í sær, at Gundur Bussar keypir 16 nýggjar diesel-bussar.

Tað merkir so, at orkupolitikkurin ikki verður hildin. 

Sambært Tróndi Sigurðsson, var avgjørt at útseta fundin fyri at fáa betri greiðu á støðuni sum heild. 

Tróndur Sigurðsson veit ikki at siga, nær ein nýggjur fundur ásettur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751