Betri rindar tryggingartakarum 40 mió. kr.

Betri rindar tryggingartakarum 40 mió. kr.
Ognarfelag Tryggingartakara eigur Betri-samtakið, og upphæddin verður goldin út eftir aðalfundin í apríl
2021 hilnaðist væl hjá Betri trygging, og tí er uppskot at býta 40 mió. kr. út til limirnar.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2022 - 08:55

Betri fer nú at býta 40 milliónir krónur út til limirnar í Ognarfelagi Tryggingartakaranna av tí, sum felagið forvinnur. 

Tað skrivar Betri í tíðindaskrivi í morgun.

2021 hilnaðist væl, og tí er uppskot at býta 40 mió. kr. út til limirnar.

Orsøkin til, at útgjaldið er sett í mun til tryggingargjøldini til Betri Trygging er, at tryggingartakari í Betri Trygging gerst limur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri-samtakið.

Rætturin  at fáa lut í tí, sum samtakið forvinnur, er knýttur at hesum limaskapi.

 

Umboðsráðið hevur avgerðina

Tað er Umboðsráðið, sum á aðalfundi endaliga ásetur, hvussu nógv verður býtt út til limirnar.

Aðalfundur felagsins verður í apríl, og eftir aðalfundin verður upphæddin, sum er sett av, goldin út.

Miðað verður eftir at býta út á hvørjum ári. 

Upphæddin er tengd at fíggjarstøðuni hjá felagnum, skrivar Betri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923