Hava fígging til stórhøllina í vár

Hava fígging til stórhøllina í vár
Tummas Justinussen, sum sjálvur annar savnar pening til høllina, letur væl at
Arbeiðið at byggja stórhøllina í Hoyvík verður mett at taka 20 mánaðir.
Mynd: Tórshavnar kommuna.  
 
17.01.2022 - 15:30

Gongst sum ætlað, vænta fyrireikararnir at hava fígging til stórhøllina í Hoyvík í vár.

Vinnulívsmenninir, Tummas Justinussen og Niels Mortensen, standa fyri arbeiðinum at savna  pengar frá grunnum og privatum íleggjarum.

Tummas Justinussen sigur, at arbeiðið gongur væl.

Fyrispurningar eru sendir grunnum og privatum íleggjarum, bæði her heima og uttanlands.

Og teir vænta at fáa svar í vár.

 

Fólkatingið játtað 30 mió. kr.

Danska fólkatingið hevur játtað 30 milliónir krónur til nýggju stórhøllina í Hoyvík, Føroya Arena.

Ein treyt fyri at játta pengarnar er, at restina av fíggingini eisini kemur upp á pláss.

Tórshavnar kommuna hevur eisini givið tilsøgn um at játta 109 milliónir krónur til stórhøllina, sum skal kosta 217 milliónir krónur at byggja.

Niels Mortensen og Tummas Justinussen standa fyri arbeiðnum at savna pengar til nýggju stórhøllina í Hoyvík.

 

Løgtingið játtað fimm mió. kr.

Í desember søkti Føroya Arena eisini løgtingið um 30 milliónir krónur í stuðli í fíggjarlógini fyri í ár.

Løgtingið játtaði fimm milliónir krónur til verkætlanina.

Roknað verður við, at tað tekur umleið 20 mánaðir at byggja stórhøllina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595