Guðrun & Guðrun fingu Heiðursgávu landsins

Guðrun & Guðrun fingu Heiðursgávu landsins
Heiðursgáva landsins 2021 varð í ár latin Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig frá Guðrun & Guðrun, fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á heimskortið
Guðrun Ludvig (tv) og Guðrun Rógvadóttir (th) fingu Heiðursgávu landsins 2021
Mynd: Savnsmynd  
 
19.01.2022 - 19:52

Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig fingu fyri løtu síðani Heiðursgávu landsins 2021 í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, vísti á, at klædnafyritøkan Guðrun & Guðrun hevur grundað sítt virksemi á aldargamla føroyska vitan og virði og skapa pløgg, sum eru eins viðkomandi fyri fólk í Føroyum, Japan og New York.  

 

Skipstroyggja úr Vági var íblásturin

Landsstýrismaðurin helt, at tað kanska var hóskandi, at Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig fingu handað Heiðursgávu landsins í Suðroynni, tí íblásturin til heimskendu stjørnutroyggjuna kom úr gamlari skipstroyggju úr Vági. 

"Framsøkið hava Guðrun & Guðrun brúkt heimligu rávøruna og endurskapað livandi samskiftið millum góða plaggið og tað fólk, sum skal liva og virka í klæðunum," segði Jenis av Rana, landsstýrismaðurin í mentamálum, í síni grundgeving fyri at lata Guðruni Rógvadóttir og Guðruni Ludvig Heiðursgávu landsins 2021. 

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur, gg verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

 

Íblásturin sambært Guðrun & Guðrun

Guðrun & Guðrun lýsa sjálvar íblásturin til teirra klæðir við einum filmi á heimasíðuni hjá klædnavirkinum

 

Tá ullin dansaði

Í 2012 gjørdi Kringvarp Føroya eina dokumentarsending um Guðrun & Guðrun, meðan tær báðar vóru í holt við at sniðgeva búnar til eina dansiframsýning í New York hjá koregrafinum og listamanninum Stephen Petronio. 

Sendingin snúði seg eisini um, hvussu tað er at snúgvast millum størri fiskar á altjóða mótapallinum. Og hugleitt verður eisini um føroyska bindimentan, og hvar tann føroyski samleikin og føroyingurin sjálvur passar inn í alt hetta.

ASE00507

 

Niðanfyri ber til at lesa alla grundgevingina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, fyri at lata Guðrun & Guðrun Heiðurslønn landsins 2021. 

-------------

Heiðursgáva landsins

verður latin

Guðrun & Guðrun
 klædnavirki 


Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir stovnaðu í 2002 klædnafyritøkuna Guðrun & Guðrun. “Slow fashion” hevði júst tikið seg upp sum burðardygt andsvar til “fast fashion”-rákið í eini av heimsins mest dálkandi vinnum, og tær vóru frá fyrsta degi við á grønu leiðini.

Móttøkan av klæðunum hjá Guðrun & Guðrun var góð, bæði úti og heima. Heilt stóra gjøgnumbrotið kom, eftir at Sofie Gråbøl, sum spældi høvuðsleiklutin sum Sara Lund í donsku krimirøðini Forbrydelsen, brúkti ullintu, seyðalittu stjørnutroyggjuna sum signaturplagg. Tá røðin varð seld til Onglands, fór føroyska troyggjan um allan heim og við henni Guðrun & Guðrun.

Íblásturin til stjørnutroyggjuna kom úr gamlari skipstroyggju úr Vági. Framsøkið hava Guðrun & Guðrun brúkt heimligu rávøruna og endurskapað livandi samskiftið millum góða plaggið og tað fólk, sum skal liva og virka í klæðunum.

Tær grunda sítt virksemi á aldargamla føroyska vitan og virði og skapa pløgg, sum eru eins viðkomandi fyri fólk í Føroyum, Japan og New York.  

Fyri at hava endurnýggjað føroyska klædnamentan og sett hana á breddan bæði her heima og úti í verð sum eitt nýmótans boð upp á burðardygga klædnaframleiðslu fáa Guðrun Rógvadóttir og Guðrun Ludvig Heiðursgávu landsins 2021. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður
19. januar 2022

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672