Guðrun & Guðrun: Takk fyri heiðurin og stuðulin, Føroya fólk

Guðrun & Guðrun: Takk fyri heiðurin og stuðulin, Føroya fólk
Guðrun og Guðrun vóru takksamar fyri Heiðurgávu landsins
Guðrun Ludvig (tv) og Guðrun Rógvadóttir (th) takka fyri Heiðursgávu landsins 2021
Mynd: Bjartur Vest  
 
19.01.2022 - 19:55

"Túsund takk fyri heiðurin og fyri heiðursgávuna. Og takk til Føroyar fólk fyri góðan stuðul í bæði góðum og minni góðum tíðum," staðfesti Guðrun Ludvig, tá hon takkaði fyri Heiðursgávu landsins 2021. 

Guðrun Ludvig staðfest eisini, at alt byrjaði fyri 20 ár síðani við, at tær hildu, at tað var synd, at føroyska ullin og skinnini blivu koyrd í skrell. 

"Og setningurin er enn tann sami, at gagnnýta okkara tilfeingi. Men siðbundni bindimennin er eisini tilfeingi, og hon var eisini við at faa í søguna," staðfesti Guðrun Ludvig. 

Guðrun Rógvadóttir vísti á, at boðini um, at tey fóru at fáa Heiðursgávu landsins hevði fingið tær at hugleiða um, hvat tað í roynd og veru var, tær høvdu avrikað. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652