Heygsgarður skal brúkast sum royndargarður

Heygsgarður skal brúkast sum royndargarður
Garðurin hevur ikki virkað sum vanligt festi, men hann er kortini ongantíð tikin úr festiskipanini
Ætlanin er, at Búnaðarstovan skal brúka Heygsgarð í Kollafirði sum royndargarð. Lógaruppskot er gjørt um tað.
 
19.01.2022 - 08:44

Heygsgarður í Kollafirði skal úr festiskipanini og brúkast sum royndargarður hjá Búnaðarstovuni.

Tað ætlar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt lógaruppskot um tað.

Sambært uppskotinum skulu pengarnir, sum eru á festikontuni hjá Heygsgarði, og framtíðar inntøkur brúkast til at bøta um og viðlíkahalda bygningar og lendi á Heygsgarði.

Inntøkur í framtíðini koma millum annað frá grótbrotinum í Hundsáarbotni. 

 

Garður hjá amtslæknanum

Í 1852 var Heygsgarður tikin til amtslæknaembætið. 

Seinasti festari á Heygsgarði var Jógvan Zachariassen, amtslækni, sum doyði í 1939. 

Uppsitari var á garðinum í nógv ár, men eingin festi formliga garðin, tí ætlanin var alla tíðina at staðseta almennu royndarstøðina í Kollafirði.

Tó at Heygsgarður í næstan 40 ár ikki hevur virkað sum eitt vanligt festi, er Heygsgarður kortini ongantíð formliga tikin úr festiskipanini.

Heygsgarður umfatar trý matrikulnummur í Kollafjarðar bygd.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849