
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvirðisløn landsins handað í SALT í kvøld

SALT á Drelnesi í Trongsivági verður karmur um handanina av Mentanarvirðisløn landsins í ár.
Koronastøðan ger, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk kunnu savnast, og tí er tiltakið í ár fyri innboðin.
Almenningurin kann tó fylgja við í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum sendir beinleiðis frá handanini klokkan 19.
Tríggjar virðislønir
Tríggjar virðislønir verða handaðar, og tær eru:
Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 krónur, verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 krónur, verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Serstaka virðisløn landsins, sum er 50.000 krónur, verður latin lista- ella mentafólki, ið hevur víst serliga góð evni og/ella hevur gjørt vart við seg á sínum øki.
Í fjør fekk Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, Mentanarvirðisløn landsins.
Heiðursgávu landsins fekk arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, hvørs arbeiði hevur vakt ans bæði her heima og uttanlands.
Og Serstøku virðislønin var latin operasangaranum, Biritu Poulsen.
Nevnd innstillar
Ein nevnd, sett av landsstýrismanninum í mentamálum, ger tilmæli um virðislønirnar.
LISA ger tilmæli um tríggjar limir í nevndina, og landsstýrismaðurin í mentamálum velur tveir limir, har annar er formaður, og hin er næstformaður.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár í senn og kunnu bert sita tvey skeið á rað.
Í nevndini fyri tíðarskeiðið 2020-2022 sita Alda Joensen, sum er forkvinna, Poul Geert Hansen, sum er næstformaður, Katrina í Geil, Kim Simonsen og Robert Thomassen.
Fyrstu ferð handað í 1998
Mentanarvirðisløn landsins varð fyrstu ferð latin Regini Dahl í 1998, og samanlagt hava 21 listafólk fingið handað Mentanarvirðisløn landsins.
Ár | Mentanarvirðisløn landsins | Heiðursgáva landsins | Serstaka heiðursløn landsins |
---|---|---|---|
1998 | Regin Dahl | ||
1999 | Jens Pauli Heinesen | ||
2000 | Ingálvur av Reyni | ||
2001 | Eyðun Johannessen | Fuglafjarðar Sjónleikarafelag | Ebba Hentze |
2002 | Gunnar Hoydal | Axel Torgarð | |
2003 | Hanus Kamban | Ólavur Hátún | |
2004 | - eingin virðisløn latin | - eingin virðisløn latin | |
2005 | Tita Vinther | Emil Juul Thomsen | |
2006 | Zacharias Heinesen | Jógvan Isaksen | Jón Hilmar Magnússon |
2007 | - eingin virðisløn latin | - eingin virðisløn latin | |
2008 | Ebba Hentze | Martin Tórgarð | |
2009 | Kári P. | Laura Joensen | |
2010 | Sunleif Rasmussen | Jonhard Mikkelsen | |
2011 | Jóanes Nielsen | Kristian Blak | |
2012 | Tóroddur Poulsen | Marianne Clausen | |
2013 | Tróndur Patursson | Árni Dahl | |
2014 | Torbjørn Olsen | Tey av Kamarinum | |
2015 | Annika Hoydal | J. P. Gregoriussen | |
2016 | Rúni Brattaberg | Steinprent | |
2017 | Barbara í Gongini | Frits Johannesen | |
2018 | Bárður Jákupsson | Astrid Andreasen | |
2019 | Hanus G. Johansen | Simme Arge Jacobsen | Forlagið Leirkerið |
2020 | Sigrun Gunnarsdóttir | Ósbjørn Jacobsen | Birita Poulsen |
Aðrar virðislønir
Virðisløn til ungt listarfólk varð latin frá 2011 til 2018:
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trúgvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari
2017: Konni Kass, tónleikari
2018: Búi Rouch, dansari og koreografur
Móðurmálsvirðisløn Landsins:
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
2012: Høgni Djurhuus
2015: Hans Mortensen
2017: Suni Merkistein