Integrasjón: Arbeiðsgevarar vilja vita fíggjarligu avleiðingarnar

Integrasjón: Arbeiðsgevarar vilja vita fíggjarligu avleiðingarnar
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt viðmerkingar til integrasjónslógina, sum í løtuni er til hoyringar
 
28.01.2022 - 09:07

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt viðmerkingar til integrasjónslógina, sum í løtuni er til hoyringar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir millum annað á, at lógin sigur, at skipað verður fyri tilboði um undirvísing í føroyskum til tilflytarar. Men samstundis stendur, at arbeiðsgevarar, sum fáa útlendska arbeiðsmegi til landið, eiga at bjóða málskeið.

Tað tykist løgið at leggja upp til, at arbeiðsgevarin bjóðar málskeið, tá lógin samstundis áleggur tí almenna at skipa tilboð við undirvísing í føroyskum.

Verða skyldur lagdar á arbeiðsgevaran, má verða greitt hvørjar hesar eru, og hvør fíggjarliga avleiðingin er, sigur Arbeiðsgevarafelagið í viðmerkingunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir eisini á, at tað er trupult at fara undir lesnað í Føroyum, um tilflytarin ikki skilir føroyskt ella danskt.

Hetta tí undirvísing, lærubøkur og tilfar mangan eru á donskum. Tí kann tað vera ein trupulleiki, at integrasjónslógin setir sum krav, at tilflytarar, sum søkja um varandi uppihaldsloyvi, skulu hava staðið prógv í FSA2 støði í føroyskum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329