Hált í høvuðsstaðnum

Hált í høvuðsstaðnum
Fólk frá Tórshavnar kommunu eru farin at salta vegirnar
 
01.02.2022 - 16:01

Sera hált er á vegunum í høvuðsstaðnum beint nú.

Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn hava fleiri fólk ringt inn og boðað frá, at bilar glíða í hálkuni.

Fólk frá Tórshavnar kommunu eru farin at salta vegirnar.

Sambært vakthavandi hevur politiið ikki fingið fráboðanir um ferðsluóhapp.

Men heitt verður á fólk, sum eru á veg til hús, ella skulu til hús, um at koyra varliga. Tí sera hált er sum nevnt í høvuðsstaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083