- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson: Russisk innrás verður ein altjóða vanlukka

- Ein russisk innrás í Ukraina verður ein altjóða vanlukka.
Tað segði bretski forsætisráðharrin á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev í gjár.
Boris Johnson tosaði bæði um eina politiska, humanitera og hernaðarliga vanlukku.
Boris Johnson hevði fund við ukrainska forætisráðharran, Volodymyr Zelensky.
Við sær til Kiev hevði Johnson eitt lyfti um búskaparligan stuðul, skuldi landið verið álopið av Russlandi. Ítøkiliga nevndi Boris Johnson 88 milliónir bretsk pund, stívliga 800 milliónir krónur.
Eisini hevur bretski forsætisráðharrin gjørt greitt, at Bretland stuðlar Ukraina og sær landið sum eina vinartjóð og demokratiskan samstarvsfelaga.
Sí videobrot við Boris Johnson her:
Boris Johnson segði á tíðindafundinum, at hann hevur tosað við fleiri lond í vesturheiminum undan fundinum við Zelensky. Bretland og tess sameindu vilja, um neyðugt, veita Ukraina hernaðarligan stuðul fyri at standa ímóti eini russiskari innrás
Og sambært bretska forsætisráðharranum fyrireika lond í vesturheiminum eina røð av búskaparligum tiltøkum móti Russlandi, sum verða settar í verk, um landið ger innrás í Ukraina.



























