- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri nýggj akfør í januar
Færri nýggj akfør í januar
Í ár er talið 164, í fjør var tað 173

Sjey færri persónbilar vóru seldir í januar í ár enn sama mánað í fjør.
02.02.2022 - 11:03
Eitt vet færri nýggj akfør vóru skrásett í januar í ár enn í januar í fjør.
Í ár er talið 164. Tað var 173 í fjør. Sjey færri persónbilar vóru seldir í ár.
Men fleiri brúkt akfør eru innflutt í ár, men tølini eru ikki stór.
Tey eru 17 í ár, og tey vóru 12 í januar í fjør.
Her er talan um sjey persónbilar fleiri í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























