Samherji: Havsbrún fekk heimsins størstu lodnulast

Samherji: Havsbrún fekk heimsins størstu lodnulast
Vilhelm Þorsteinsson fylti skipið við sjey hálum, tað størsta var 600 tons
Vilhelm Þorsteinsson, sum Samherji eigur, landaði 3.448 tons til Havsbrún í Fuglafirði.
 
02.02.2022 - 08:45

Tað var ikki bara størsta lastin, sum nakrantíð er landað hjá Havsbrún, tá íslendska skipið Vilhelm Þorsteinsson kom á Fuglafjørð við lodnu sunnudagin.

Tað var heimsins størsta lodnulast, sigur Samherji, sum eigur skipið.

Lodnan vigaði 3.448 tons.

Vilhelm Þorsteinsson tók metið hjá systurskipinum Børki, sum landaði 3.409 tons á Seyðisfirði um vikukskiftið.

Vilhelm Þorsteinsson fylti skipið við sjey hálum, tað størsta var 600 tons.

Seks til átta tímar

Hvørt hálið vardi í seks til átta tímar. Men tað við 600 tonsum vardi bara í hálvanannan tíma.

Tað tók Havsbrún góðar 20 tímar at landa skipið.

Lodnan er nú eystur úr Langanesi. Haðani eru næstan 300 fjórðingar til Føroya.

Vilhelm Þorsteinsson fór av Fuglafirði tíðliga í gjáramorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221