Flestu koronatilburðir í Føroyum

bannari
Flestu koronatilburðir í Føroyum
Mett eftir íbúgvaratalið, so liggja Føroyar á einum fyrsta plássi við flestu koronatilburðum í heiminum
 
06.02.2022 - 16:56

Korona herjar heimin, men ongastaðni í heiminum eru so nógvir tilburður staðfestir pr. íbúgva sum í Føroyum. 
Tað vísir ein uppgerð frá worldometer, sum hevur gjørt upp pr. 1 millión íbúgvar.
Um tað búðu ein millión fólk í Føroyum, so svara tey føroysku tølini til, at 479,770 høvdu havt korona. Her er tó eitt lítið fyrivarni, tí samalað fólkatalið í Føroyum í kanningini bara er 49.159 og ikki 53.653, sum er tað seinasta almannakunngjørda íbúgvaratalið í Føroyum.
Tað eru tey smáu londini, sum liggja ovast á listanum. Nummar tvey og trý eru ávíkavist Androrra og Gibraltar.

Og seinastu tølini frá landslæknanum vísa, at 677 tilburðir vórðu skrásettirí gjár. 1.530 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 4.972 smittað við korona, seks eru innløgd við korona, harav fýra eru innløgd vegna korona, og 20 eru deyð við korona í Føroyum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527