Mærsk 117 mia. kr. í avlopi eftir skatt

Mærsk 117 mia. kr. í avlopi eftir skatt
Hetta er besta úrslit í donskum vinnulívi yvirhøvur, sigur greinari
Umsetningurin hjá Mærsk í fjør var 400 milliardir kr., og avlopið eftir skatt var 117 milliardir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.02.2022 - 11:34

A.P. Møller Mærsk-samtakið hevði 117 milliardir krónur í avlopi í fjør eftir skatt, vísir roknskapurin, sum var kunngjørdur fyrrapartin.

Vøksturin er ikki minni enn 500 prosent samanborið við úrslitið í 2020.

Mikkel Emil Jensen, greinari hjá Sydbank, sigur við Finans, at hetta er ikki bara besta úrslitið hjá Mærsk higartil, men í donskum vinnulívi yvirhøvur.

Umsetningurin hjá Mærsk í fjør var 400 milliardir kr.

Korona hevði við sær, at farmagjøldini hækkaðu nógv í farna ári, og tað er høvuðsorsøkin til sera góða úrslitið hjá Mærsk-samtakinum í 2021.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025