Lógarbroyting skal útvega fleiri eigaraíbúðir

Lógarbroyting skal útvega fleiri eigaraíbúðir
Broytingin kann eisini gera, at onkrar leiguíbúðir og lutaíbúðir, sum eru á marknaðinum í dag, í framtíðini vera eigaraíbúðir
Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum eigur uppskotið, sigur, at broytingin ger helst, at nakað fleiri eigaraíbúðir verða gjørdar.
 
16.02.2022 - 08:52

Hús, sum eru bygd fyri 3.april 1970, skulu eisini kunna lutast sundir í eigaraíbúðir.

Ein lógarbroyting er gjørd um tað, og hon kom í løgtingið í gjár.

Lógin um eigaraíbúðir, sum kom í gildi 3.apríl 1970, sigur, at hús, sum eru grundað fyri tann dag, ikki kunnu sundurbýtast í eigaraíbúðir.

 

Strika ásetingina

Landsstýrið hevur fingið áheitanir um at strika hesa áseting, og tað verður nú gjørt.  

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum eigur uppskotið, sigur, at broytingin ger helst, at nakað fleiri eigaraíbúðir verða gjørdar.

Broytingin kann eisini gera, at onkrar leiguíbúðir og lutaíbúðir, sum eru á marknaðinum í dag, í framtíðini vera eigaraíbúðir. 

Almannamálaráðið, sum varðar av bústaðarpolitikki landsstýrisins, sigur í sínum hoyringarsvari, at tað vil hava nærri lýst, hvørjar bústaðarpolitiskar avleiðingar, lógarbroytingin fær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392