Johnson: Russland ætlar sær størsta kríggið síðani 1945

Johnson: Russland ætlar sær størsta kríggið síðani 1945
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson segði í samrøðu við BBC í gjár, at tað eru prógv fyri, at Russland ætlar sær "størsta kríggi í Evropa síðani 1945".
Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri og Volodomyr Zelensky, ukrainskur forsætisráðharri.
 
20.02.2022 - 10:40

Tekin eru um, at tann ætlanin longu er byrjað. Prógv eru fyri, at Russland ætlar sær at kringseta Ukrainska høvuðsstaðin. 

- Fólk mugu skilja, hvussu nógv mannalív tað kann kosta, segði Boris Johnson. 

Forsætisráðharrin tosaði við BBC úr München, har heimsins leiðarar hittast til árliga trygdarráðstevnu. Seinastu boðini frá USA eru, at tað nú eru millum 169.000 pg 190.000 russiskir hermenn staddir við Ukrainska markið, bæði í Russlandi og Hvítarusslandi. 
Boris Johnson segði, at Bretland ætlar sær at herða revsitiltøkini móti Russland enn meira, enn áður hevur verið umrøtt. 


Hann sigur, Bretland og USA ætla sær at forða russiskum fyritøkum í at handla við bretskum pundum og amerikanskum dollarum. Ein forðing, sum fer at raka Russland sera meint, heldur forsætisráðharrin. 

Meðan ávaringarnar um ætlanirnar hjá Russland at leypa á Ukraina koma úr vesturheiminum, sigur Russland sjálvt, at tað eru ongar ætlanir um tað, og hermennirnir einans venja í økinum við markið til Ukraina. 

Sambært Boris Johnson eru nýggjastu ábendingarnar ræðandi. 

- Eg eri harmur um at siga, at tær ætlanir vit nú síggja frá russum, kunnu veruliga vera byrjanin til størsta kríggið í Evropa síðani 1945, sigur Boris Johnson við BBC. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375