Tepur H71-ósigur fyri HC Galychanka

Tepur H71-ósigur fyri HC Galychanka
H71 var á odda í hálvleikinum, men óstøðugt spæl ígjøgnum dystin gjørdi, at HC Galychanka Lviv fór avstað við eitt-máls-sigri. Eingin veit, hvussu verður við returdystinum
Til tíðir høvdu hoyvíkingar gott tak á HC Galychanka, men tilsamans var útiliðið omaná
 
20.02.2022 - 21:40

H71 tapti við einum máli ímóti HC Galychanka Lviv í fjórðingsfinaluni í Evropa Cup í Høllini á Hálsi í kvøld.

Tað var sum í sunnudagsskúlasanginum hjá hoyvíkingum - upp á tindar, gjøgnum dalar - og kanska vórðu tað heldur nógvir dalar í kvøld.

H71 byrjaði illa og kom afturum við fleiri málum beinanvegin, men megnaði í gjøgnum fyrra hálvleik at venda gongdini. Tað gekk somikið væl, at tá steðgurin kom, vóru H71-kvinnurnar frammanfyri við trimum.

Í seinna hálvleiki gekk eins illa og í byrjanini av fyrra. Í álopinum misti H71 ov nógvar bóltar, og ukrainar skutu mál fyri mál upp á skjótálop. Eftir lítlari løtu var hálvleiksleiðslan burtur, og HC Galychanka fór undan í staðin.

5-1 verjan hjá HC Galychanka ørkymlaði hoyvíkingar, og teir báðir toppskjúttarnir, Jana Mittún (9) og Maria Halsdóttir Weyhe (8), funnu ikki hvørja aðra. 

Hoyvíkingar fótaðu sær nakað, men ikki fyrrenn í allarseinastu minuttunum minkaðu tær um munin niður í eitt mál, tá Jana Mittún enn eina ferð breyt ígjøgnum.

Endaliga støðan í hesum dystinum, sum eftir ætlan skuldi vera seinna fjórðingsfinalan, varð 27-26.

Ukrainar gjørdu greitt fyrr í dag, at tað kom ikki upp á tal, at dysturin í Havn skuldi verða avgerandi, og bæði Maria Halsdóttir Weyhe og venjarin, Ingi Olsen, søgdu seg vilja hava ein dyst afturat í sjónvarpssamrøðu eftir dystin.

Um ein slíkur verður spældur - og ikki minst; hvar hann verður spældur - veit ongin at siga í løtuni. 

H71 – HC Galychanka Lviv, 26-27 (13-10)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514