Uni Rasmussen nýggjur landsstýrismaður

Uni Rasmussen nýggjur landsstýrismaður
Uni Rasmussen er innstillaður at vera nýggjur landsstýrismaður hjá Fólkaflokkinum í fíggjarmálum
Uni Rasmussen váttar, at hann er innstillaður at verða landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2022 - 07:56

Tað váttar Uni Rasmussen fyri útvarpinum í morgun.

Málið er nú farið víðari til løgmann.

Tinglimir og landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum sótu á fundi í gjárkvøldið og fundaðust um, hvør skuldi vera nýggjur landsstýrismaður.

Uni Rasmussen, sum býr í Norðragøtu, hevur í hesum valskeiðnum, sum er tað fyrsta hjá honum, verið formaður í Trivnaðarnevndini og hjá Løgtingsgrannskoðarunum.

Uni Rasmussen fekk 465 persónligar atkvøður á seinasta løgtingsvali og gjørdist nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum.

Uni Rasmussen hevur ikki fleiri viðmerkingar í morgun.

Tá ið Uni Rasmussen fer í landsstýrið, kemur Heðin Zachariassen aftur í løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809