Undirtøkan hjá Putin kann minka

Undirtøkan hjá Putin kann minka
Starvsfólk í russiska uttanríkisráðnum vórðu bæði bilsin og skelkað av russisku innrásini í Ukraina.
 
26.02.2022 - 13:37

 

Tað sigur ein av ráðgevunum í Kreml sambært BBC. Andrey Kortunov er leiðari av russisku nevndini fyri altjóða viðurskifti, stytt RIAC, sum ráðgevur russisku stjórnini. 

Kortunov sigur við BBC, at hansara ráð til russisku stjórnina var, at innrásin í Ukraina ikki kundi rættvísgerast, og tí kom tað óvart á hann og fleiri onnur starvsfólk, at Russland legði á Ukraina.

Kortunov heldur tað vera sannlíkt, at innrásin í Ukraina eisini fer at kosta russiska forsetanum Vladimir Putin nakað av undirtøku í heimlandinum. Tað hava longu verið mótmæli í Russlandi, og fleiri kendir russarar hava eisini víst sína ónøgd við atgerðirnar í Ukraina.

Tað veldst um, hvussu nógv doyggja, og hvussu leingi atgerðin varar.

"Um tað bert verður eitt avmarkað tal av fólkum, sum doyggja av innrásini, verður hon roknað sum væleydnað, og so fer undirtøkan fyri Putin ikki at minka tað stóra", sigur Andrey Kortunov við BBC.

Hann sigur, at upprunaliga ætlanin hjá Putin var at atgerðin skuldi taka tvær vikur. Ger hon tað, hendir ikki so nógv við umdøminum hjá Putin í Russlandi, men um tað tekur longri tíð, kann tað enda við, at undirtøkan fyri Putin fer at minka nógv millum russiska fólkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206005
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979