Máta nú aftur geislavirkni í Føroyum

Máta nú aftur geislavirkni í Føroyum
Útgerðin er sett upp við Veðurstovuna í Havn
Útgerðin, sum mátar geislavirkni, er sett upp við Veðurstovuna í Havn.
 
04.03.2022 - 15:55

Vørn og Tilbúgvingin hava sett útgerð uppaftur, sum mátar geislavirkni. 

Tað váttar Oddmar Kruse, tøkningur hjá Vørn. 

Stutt eftir kjarnorkuvanlukkuna í Tjernobyl í 1986 setti Tilbúgvingarstovan upp útgerð, sum mátaði geislavirkni. 

Útgerðin mátaði geislavirkni í nógv ár, men mátingarnar hildu uppat fyri fyri umleið seks ella sjey árum síðani. 

Um ársskiftið kom útgerðin aftur til Føroya, og síðani hevur verið bíðað eftir líkindum at seta hana upp.

 

Stendur við Veðurstovuna

Mánadagin var byrjað, og mikudagin var útgerðin sett upp við Veðurstovuna í Havn. 

Russiska innrásin í Ukraina og hóttanir frá Putin um at brúka kjarnorkuvápn hava ikki havt beinleiðis ávirkan á avgerðina, men Odmar Kruse sigur, at tað hevur skundað sindur um avgerðina. 

Ætlanin er, at nýggja útgerðin sum mátar geislavirkni, verður partur av einum europeiskum netverki, sum mátar geislavirkni ymsa staðni í Evropa. 

Ætlanin er, at Vørn og tilbúgvingin skulu hava eftirlit við útgerðini.  

 

Oddmar Kruse er tøkningur á Vørn.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891