Mette Frederiksen til Grønlands at biðja um umbering

Mette Frederiksen til Grønlands at biðja um umbering
Danski forsætisráðharrin skal eisini tosa við grønlendingar um umhvørvið og um trygdarstøðuna, nú kríggj herjar í Ukraina
Mette Frederiksen fer til Grønlands 14. mars
 
06.03.2022 - 11:27

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen fer á almenna vitjan í Grønlandi í døgunum frá 14. til 17. mars.

Tað boðaði forsætismálaráðið frá í gjár.

Fyrstu tveir dagarnar av vitjanini verður Mette Frederiksen í Nuuk, og seinnu tveir dagarnar verður hon í Ilulissat.

Á ferðini verður skipað fyri einum almennum tiltaki í sambandi við, at Danmark hevur givið eina almenna umbering fyri, at 22 grønlendsk børn í 1951 vórðu send til Danmarkar. Mette Frederiksen verður við til tiltakið, sum verður í Nuuk týsdagin 15. mars.

"Í 1952 vórðu 22 grønlendsk børn send til Danmarkar, og tað setti síni spor hjá teimum øllum. Tað hevur nógv at siga at geva eina almenna umbering vegna alt Danmark fyri hetta," sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivi.

Á ferðini skal danski forsætisráðharrin eisini umrøða veðurlagsbroytingar og trygd, nú kríggj herjar í Ukraina.

"Eg gleði meg nógv til at vitja Grønland. Núverandi støðan í Ukraina ávirkar allan ríkisfelagsskapin, og tað fari eg at tosa við landsstýrisformannin eins væl og alt landsstýrið um," sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum.

Hetta verður aðru ferð, at Mette Frederiksen vitjar Grønland sum forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659