Bergholið til Fámjins dýrkar 40 mió. kr.

Bergholið til Fámjins dýrkar 40 mió. kr.
Løgtingið er biðið um at hækka játtanina úr 169 upp í 207 mió. kr.
Bergholið til Fámjins verður liðugt á sumri í 2024.
 
08.03.2022 - 08:26

Bergholið til Fámjins verður næstan 40 mió. kr. dýrari enn upprunaliga mett.

Fíggjarmálaráðið hevur biðið løgtingið hækka játtanina til arbeiðið úr 169 milliónum upp í 207 milliónir.

Orsøkin er, at kostnaðarmetingin er dagførd eftir, at verkætlanin var í útboði. Tilboðini, sum komu, vóru nógv størri enn Landsverk metti. Lisitatiónin var 16.desembur í fjør. 

Nýggja farleiðin verður 2,6 km. Bergholið verður 1,2 km langt og 8,5 m breitt.

Liðugt í 2024

Harumframt skulu vegir gerast báðum megin, ein kilometur Ørðavíkarmegin og 400 metrar Fámjinsmegin. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at klárt er at fara undir arbeiðið.

Gongur sum ætlað, verður nýggja farleiðin liðug á sumri 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949