ES-leiðari: Álop á sjúkrahús ein ræðulig krígsbrotsgerð

bannari
ES-leiðari: Álop á sjúkrahús ein ræðulig krígsbrotsgerð
Russar siga, at barnasjúkrahúsið í Mariupol var eitt hernaðarmál, tí ukrainar hava hertikið tað
ES-leiðarin í uttanríkismálum finst hvassliga at russiska álopinum á eitt barnasjúkrahús í ukrainska býnum Mariupol.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2022 - 16:04

Uttanríkisovastin í ES, Josep Borell Fontelles, sigur, at álopini á eitt sjúkrahús í Mariupol í Ukraina í gjár, eru ein ræðulig krígsbrotsgerð. 

Tað sigur hann á Twitter. 

 

Krígsbrotsgerð

- Mariupol er undir álopi. Russisku álopini á eitt føði- og barnasjúkrahús er ein ræðulig krígsbrotsgerð. Loftálop á íbúðarøki, og russiska forðingin fyri neyðgari humaniterari hjálp skal halda uppat alt fyri eitt. Ein trygg gøta er neyðug nú, skrivar Joseph Borell Fontelles á Twitter. 

Ukrainskir myndugleikar hava funnist hvassliga at Russlandi fyri at bumba føði- og barnasjúkrahúsið í Mariupol. Sambært ukrainskum myndguleikum vóru kvinnur, børn og starvsfólk á sjúkrahúsinum, og ukranski forsetin segði í gjár, at børn og kvinnur lógu í toftunum av bumbaða sjúkrahúsinum. 

 

Onnur boð úr Russlandi

Men úr Russlandi eru boðini eini onnur. Har siga myndugleikarnir í dag, at sjúkrahúsið varð ikki í brúki, men var hertikið av ukrainska herinum, og tí var tað ikki eitt sivil bumbumál, men eitt hernaðarbumbumál. 

Hesum vísa ukrainskir myndugleikar aftur, og síðani russisku boðini, hevur Volodomyr Zelenskij, forseti í Ukraina sagt alment, at russar lúgva um bumbuálopið á sjúkrahúsið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610