Fyrsti partur av 'Seks spurningar um at vera menniskja' frumsýndur í kvøld

Um KVFTíðindi
Fyrsti partur av 'Seks spurningar um at vera menniskja' frumsýndur í kvøld
Kringvarpið er samframleiðari av røðini
 
11-03-2022

Nú nærkast dagurin, sum øll føroysk børn og allar barnsligar sálir í Føroyum hava glett seg til. Tann 11. mars verður fyrsti partur av sendirøðini 'Seks spurningar um at vera menniskja' frumsýndur í Kringvarpinum. Sendirøðin er bygd á hugskot hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Búi Dam hevur skrivað handrit og leikstjórnað, og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin og hjálparleikstjórnað.

Kringvarpið hevur verið samframleiðari, millum annað við at veita starvsfólk, útgerð og við fíggjarligum stuðli. Seks spurningar um at vera menniskja er ein 100 % føroyskt framleidd barnasendirøð í seks pørtum.  

Sendirøðin snýr seg um teir báðar serskøltarnar Dánjal Kagadingding og Búa Sibbidibbidimdim. Teir búgva í húsunum hjá Tebryggjaranum (Mariann Hansen). Dánjal Kagadingding er óvanliga vandaligur og verður ofta raktur av tvingsilshugsanum. Búi Sibbidibbidimdim er harafturímóti óvanliga óvandaligur og hevur trupult við at skipa seg. 

Seks spurningar um at vera menniskja er ein sendirøð um vinalag, um at hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur, og um máttin í spæli. Og so er tað ein sendirøð við nógvum góðum temunnum.

Fyrsti partur av sendirøðini verður vístur í kvøld 11. mars kl. 18.30 í sjónvarpinum. Næstu fimm partarnir verða vístir fylgjandi fimm fríggjakvøldini. 
Allir partarnir verða sjálvandi eisini tøkir á kvf.fo/Vit. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744

Um kvf css