Fiskimannafelagið tók málið aftur

Fiskimannafelagið tók málið aftur
Fiskimannafelagið vildi hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at bara limir í Fiskimannafelagnum hava rætt til at vera við í býtinum av gjaldi fyri landing
Í kæruni er sum grundarlag fyri kravinum víst til nakrar túrar, sum limir í Fiskimannafelagnum vóru við Gøtunesi og Finni Fríða.
 
16.03.2022 - 08:37

Eitt mál millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið, sum Fasti gerðarrættur fekk beint fyri jól í fjør, er tikið aftur.

Fiskimannafelagið vildi hava Reiðarafelagið at viðurkenna, at bara limir í Fiskimannafelagnum hava rætt til at vera við í býtinum av gjaldi fyri landing, tá manningin landar kraftblokkaskip við pumpum úr tangum.

Fiskimannafelagið vísir til sáttmálan millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini.

Í kæruni er sum grundarlag fyri kravinum víst til nakrar túrar, sum limir í Fiskimannafelagnum vóru við Gøtunesi og Finni Fríða.

Sambært sáttmálanum verða latnar 20 kr. fyri tonsið, tá manningin landar kraftblokkaskip við pumpum úr tangum.

Pengarnir skulu býtast millum teirra, sum eru við í landingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775