Sjey frystilínuskip undir Íslandi

Sjey frystilínuskip undir Íslandi
Fiskimarknaðurin roknar við nakað av útróðri í hesi vikuni
Sjey frystilínuskip er undir í Íslandi, og eitt fiskar undir Føroyum.
 
21.03.2022 - 13:39

Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men væntandi fara nøkur avstað í næstum, nú veðurforsøgnin sær betur út og streymurin batnar, sum vikan gongur. 

Sjey frystilínuskip eru við Ísland og eitt undir Føroyum.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í meting fyri hesa vikuna.

Roknað verður eisini við nakað av útróðri, serliga fyrst í vikuni.

Hjá partrolarunum eru seks pør til fiskiskap. Fiskiskapurin er misjavnur, og okkurt brúkiligt hál er inn ímillum. Pørini landa sum vikan gongur. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er brúkiligur. Eitt fiskar havtasku, har fiskiskapurin eisini er brúkiligur, skrivar Fiskamarknaðurin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846