Árni Ellefsen sagt seg úr starvi

Árni Ellefsen sagt seg úr starvi
BankNordik skal hava nýggjan forstjóra
Árni Ellefsen hevur sagt seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik
Mynd: BankNordik  
 
04.04.2022 - 09:14

Árni Ellefsen hevur sagt seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik. Hetta boðar bankin frá í tíðindaskrivi í dag.

- Eg havi havt nógv góð og hendingarík ár í BankNordik, síðan eg tók við sum forstjóri. Gjøgnum árini havi eg saman við leiðslu og starvsfólkum verið við til at røkka góðum úrslitum, og eg havi eisini tikið truplar avgerðir fyri at brynja samtakið til framtíðina. Nú er tíðin komin at royna okkurt nýtt, og tað gleði eg meg til, sjálvt um tað eisini er sorgblítt at fara. BankNordik er eitt sunt samtak við sera dugnaligum starvsfólkum og einum góðum og sunnum kundaskara. Samtakið hevur tí góðar fortreytir fyri framhaldandi at mennast og skapa góð úrslit, sigur Árni Ellefsen í tíðindaskrivinum.

Bankin harmast um, at Árni Ellefsen hevur sagt seg úr starvi.

- Vit í nevndini í BankNordik eru sera hørm um, at Árni hevur valt at siga seg úr starvi. Árni hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri samtakið, og tað er ein sera stórur missur, at hann nú velur at fara. Vit virða tó hansara avgerð og fara nú undir eina tilgongd at seta nýggjan forstjóra. Vónandi verður ein loysn funnin í næstum, sigur Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna í BankNordik, í tíðindaskrivinum.

Árni Ellefsen hevur verið forstjóri í BankNordik í sløk sjey ár og heldur fram í starvinum, til nýggjur forstjóri er settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065