- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jacob Eli verður sitandi

Jacob Eli S. Olsen heldur fram sum formaður í Føroya Lærarafelag.
Tað er greitt eftir, at hann er tann einasti, sum er í uppskoti til formanssessin, aftaná at frestin at stilla upp var úti í gjár.
Tí heldur hann fram sum formaður komandi trý árini. Jacob Eli hevur sitið í nevndini fyri Lærarafelagið síðani 2015.
Andrea á Rípuni, sum hevur verið næstforkvinna seinastu trý árini, stillar ikki upp aftur, meðan Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, ið hevur verið skrivari í tvey skeið, bjóðar seg fram aftur. Tað gera fýra onnur valevni eisini. Tey eru Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi, Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla, Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri og Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla
Aðalfundurin hjá Lærarafelagnum verður 30. apríl.




























