Byggja tveir fóðurflakar til Luna

Byggja tveir fóðurflakar til Luna
JT electric ætlar nú at kappast við altjóða fyritøkur, sum byggja fóðurflakar
Fóðurflakarnir, sum JT electric byggir, verða latnir Luna í summar.
 
26.04.2022 - 09:47

JT electric á Kambsdali skal byggja tveir fóðurflakar fyri alifyritøkuna Luna.

Flakarnir skulu taka 700 tons av fóðri hvør. Teir verða latnir Luna í summar.

Seinastu árini hevur JT electric keypt og umbygt 14 skip til fóðurflakar. Men flakarnir til Luna eru fyrstu nýbygningar hjá felagnum.

 

Í altjóða kapping

JT electric ætlar nú at kappast við altjóða fyritøkur, sum byggja fóðurflakar.

- Hetta gevur okkum royndir við nýbygningum, so vit kunnu taka næsta stig í okkara vakstrarætlan, sum er at vera føroyskur veitari av nýbygningum til alifyritøkur á altjóða marknaðinum, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric í tíðindaskrivi. 

Felagið hevur deildir í Føroyum, Danmark, Skotlandi og Póllandi. Ein fóðurflaki skal latast til Íslands í mai. 

Framkomna sjálvvirkandi fóðurskipanin, sum JT electric hevur ment, verður brúkt til at fóðra 80 milliónir laksar í Føroyum, Skotlandi, Íslandi, Noregi og Kanada. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190