Bæði samgonga og andstøða vilja hava fólkaheilsustýri

Bæði samgonga og andstøða vilja hava fólkaheilsustýri
Øll Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, eigur uppskotið um stovna fólkaheilsustýri.
 
27.04.2022 - 08:26

Fólkaheilsustýrið, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, ætlar at stovna, hevur undirtøku bæði í samgongu og andstøðu.

Øll í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum mæla til at samtykkja lógaruppskotið.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin siga tó, at nógv viðurskifti mugu fáa fáast í lag, skal Fólkaheilsustýrið virka til fulnar.

Talan er um fígging, tíðarætlan og fakligar førleikar. 

 

Tryggja fakliga støðið

Alneyðugt er, at Fólkaheilsustýrið fær pengar, so til ber at tryggja fakliga støðið. 

Um ikki, er vandi fyri, at hetta bara verður ein bygnaðarbroyting, og ikki eitt fakliga sterkt og vælvirkandi stýri, sigur Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. 

Ætlanin er, at Fólkaheilsustýrið byrjar at virka 1.januar næsta ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV