14 mál í tinginum í dag

14 mál í tinginum í dag
Løgtingið fer m.a. at viðgera uppskotið um 67 mió. kr. at innrætta kjallaran í H-bygninginum
Nógvar atkvøðugreiðslur vera í tinginum í dag.
 
28.04.2022 - 08:46

Løgtingsfundur verður í dag, har 14 mál eru á skránni.

Talan er um aðru og triðju viðgerðir við atkvøðugreiðslum, uttan í einum føri.

Fyrsta viðgerð verður um uppskotið hjá Heilsumálaráðnum, sum hevur biðið Løgtingið um 67 milliónur krónur til at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð.

Eisini skulu goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum gerast.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tvey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655