Helvtin ætlar at leggja um til grøna orku

Helvtin ætlar at leggja um til grøna orku
BankNordik sigur, at bankin ætlar at hava ein týðandi leiklut, tá viðskiftafólk velja burðardyggar loysnir
Árni Ellefsen er forstjóri í BankNordik
 
28.04.2022 - 09:59

Kríggið í Ukraina hevur sum kunnugt havt ein methøgan oljuprís við sær, og tað er vorðið dýrari hjá føroysku húsarhaldunum at hita húsini við olju. 

Alt eftir, hvussu oljuprísurin fer at laga seg frameftir, kunnu oljuútreiðslurnar økjast við fleiri túsund krónum um árið.

Ein nýggj kanning hjá BankNordik vísir, at umleið 50 prosent av føroyingum ætla at gera orkusparandi umvælingar á bústaðin, sum til dømis at bjálva og skifta orkuskipan ella vindeygu.

Ein forðing er tó, at íløgan í nýggja orkuskipan kann vera dýr.

Sambært Árna Ellefsen, forstjóra, sær bankin seg hava ein týðandi leiklut í skiftinum til grøna orku, og vil leggja stóran dent á at gera tað lætt hjá viðskiftafólki at velja burðardyggar loysnir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098