Nancy Pelosi í Kyiv

Nancy Pelosi í Kyiv
Arbeitt verður við at lata Ukraina meira stuðul, upplýsti forkvinnan í amerikanska umboðsmannatinginum fyri ukrainska forsetanum
Nancy Pelosi, forkvinna í amerikanska umboðsmannatinginum, hitti ukrainska forsetin, Zelenskyj, í Kyiv um vikuskiftið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.05.2022 - 08:28

Nancy Pelosi, forkvinna í amerikanska Umboðsmannatinginum, hitti um vikuskiftið ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv.

Hósdagin kom amerikanski forsetin, Joe Biden, við uppskoti um at lata Ukraina meira stuðul, og arbeitt verður við tí, váttaði Nancy Pelosi fyri Zelenskyj.

Volodymyr Zelenskyj hevur eisini váttað vitjanina á Twitter. Har hevur hann millum annað lagt eitt videobrot út, við upptøkum av honum og Nancy Pelosi, sum taka í hondina á hvørjum øðrum.

Nancy Pelosi er ikki fyrsti toppolitikarin ið vitjar Kyiv, síðan kríggið í Ukraina byrjaði.

Í farnu viku vóru Antony Blinken og Lloyd Austin, amerikanskir ráðharrar í ávikavíst uttanríkismálum og verjumálum, eisini á vitjan i Kyiv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815