Gøtunes setti landingarmet í Íslandi

Gøtunes setti landingarmet í Íslandi
Gøtunes landaði 3.431 tons av svartkjafti á Faskrúðsfirði
Gøtunes hevur landað størstu svartkjaftalast á Fáskrúðsfirði.
 
04.05.2022 - 08:32

Um vikuskiftið setti Gøtunes mett á Fá­skrúðsfirði á Eysturlandinum, tá skipið landaði 3.431 tons av svartkjafti har.

Hetta er størsta svarkjaftalastin, sum er landað á Fá­skrúðsfirði, skrivar heimasíðan hjá Morgunblaðnum.

Íslendska skipið Vil­helm Þor­steins­son hevur landað 3.488 tons, men tað var í Fuglafirði.

Føroysk skip sleppa aftur í ár at landa svartkjaft uttanlands fyri at sleppa undan at bíða ov leingi í Føroyum.

Loyvið er galdandi til 16.juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391