- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnland fer nú at biðja um NATO-limaskap
Bæði finska kringvarpið, YLE, og blaðið, Helsingin Sanomat, skriva, at finski forsetin, Sauli Niinistø og Sanna Marin, forsætisráðharri, taka undir við at Finnland biður um limaskap í NATO.
- Limaskapur í NATO fer at styrkja trygdina í Finnlandi. Sum limur í NATO, verður Finnland við til at styrkja verjusamgonguna.
Finnland eigur at søkja um limaskap í NATO sum skjótast, stendur í eni fráboðan frá finsku stjórnini, skrivar Helsingin Sanomat.
- Vit vóna, at tjóðskaparligu stigini, sum mugu takast fyri at røkka loysnini, verða tikin næstu dagarnar, stendur eisini í boðunum frá politisku skipanini.
Magdalena Andersson, forsætisráðharri í Svøríki. (Mynd: Ritzau Scanpix)
Biðja um limaskap í senn
Samstundis skrivar svenska blaðið, Expressen, at svenska stjórnin fer á fund mánadagin, og har er ætlanin at taka endaliga støðu til umsóknina um limaskap í NATO.
Eftir fundin verður umsóknin send NATO, um einki óvæntað hendir, skrivar blaðið.
Roknað hevur verið við, at Finnland og Svøríki fara at søkja um limaskap í NATO samstundis.
NATO hevur sagt seg vilja ganga londunum á møti sum skljótast, og um neyðugt verður ein fyribilsavtala gjørd, meðan NATO umrøður umsóknina frá teimum báðum norðurlondunum.
Til Svøríkis á vitjan
Týsdagin fer finski forsetin, Sauli Niinistø, á vitjan í Svøríki í tveir dagar.
Hann skal m.a. hitta svenska forsætisráðharran, Magdalenu Andersson.
Fyrr hevur verið nevnt, at tey í felag fóru at kunngera, at londini fara at søkja um limaskap í NATO, men tað hendir eftir øllum at døma í dag.