Kringvarpið skal framleiða nógv tilfar til børn og ung

Kringvarpið skal framleiða nógv tilfar til børn og ung
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Stroymingartænasturnar varpa nógv útlendskt tilfar, og tí er neyðugt at raðfesta nógv og gott tilfar til børn og ung í Kringvarpinum, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
 
16.05.2022 - 10:53

Í public service-sáttmálanum, sum arbeitt verður við í løtuni, verður ikki bara ásett, at Kringvarpið skal raðfesta gott tilfar til børn og ung, men eisini nógv tilfar til málbólkin.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Hann sigur, at partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt í eini tíð, har stóru stroymingartænasturnar varpa alt meira útlendskt tilfar, eisini til børn og ung.

Jenis av Rana sigur, at hann hevur roynt at útvega Kringvarpinum størri fígging næstu árini, men tað hevur ikki borið á mál. 

 

Kann ikki ávirka programmvirksemið

Kringvarpið er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Landsstýrismaðurin hevur ikki ávirkan á programmvirksemið hjá stovninum, men kann sambært kringvarpslógini gera public service-sáttmála við Kringvarpið, har til ber at raðfesta ávíst virksemi.

Aðrir stovnar framleiðla barnatilfar, eitt nú Nàm og Bókadeildin hjá Lærarafelagnum.

- Men Kringvarpið er kanska tann mentanarberandi miðilin, ið røkkur longst, og tí taki eg undir við, at meira tilfar til børn verður framleitt á stovninum ella til stovnin, sigur Jenis av Rana í svarinum til Jóhannis Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576