Hava nú formliga biðið um limaskap

Hava nú formliga biðið um limaskap
Hetta er eitt søguligt stig, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, við umsóknunum frá Finnlandi og Svøríki um limaskap í verjusamgonguni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.05.2022 - 09:09

Svøríki og Finnland hava nú formliga biðið um limaskap í verjusamgonguni Nato.

Skipað var fyri hátíðarhaldi á Nato-høvuðsborgini í Brússel í morgun, tá svenski og finski Nato-sendiharrin lótu Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara, umsóknina.

- Eg bjóði Svøríki og Finnlandi vælkomnum at gerast partur av Nato. Hetta er eitt søguligt stig, segði Jens Stoltenberg.

Hann takkaði fyri umsóknirnar og segði, at Finnland og Svøríki eru longu sameind hjá Nato og gera sítt til at økja trygdina í felagsskapinum.

Síðani Nato var stovnað í 1949, hava bæði Finnland og Svøríki verið uttanveltað og ikki verið partur av norðuratlantisku verjusamgonguni.

Men eftir russisku innrásina í Ukraina í februar, hevur Nato-limaskapur staðið ovast á breddanum í báðum londum, og nú hava Finnland og Svøríki biðið um limaskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688