Prísvøksturin: Neyðugt við hjálparpakkum

Prísvøksturin: Neyðugt við hjálparpakkum
Stóru flokkarnir í løgtinginum tykjast vera samdir um, at neyðugt er at hjálpa teimum, sum eru ringast fyri
Umboð fyri stóru flokkarnar í løgtinginum vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
20.05.2022 - 14:10

Neyðugt er at fyrireika hjálparpakkar til fólk, sum eru komin illa fyri av stóru príshækkingunum í seinastuni.

Tað tykist breið semja vera um millum stóru flokkarnar á løgtingi.

Avbjóðingin er at finna ein leist, har hjálpin kemur til teirra, sum hava mest brúk fyri henni. Og tí má einki gerast í óðum verkum, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum:

 

1528797

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevði í Breddanum fyrrapartin nøkur boð upp á hjálparátøk. Og næstformaðurin í Sambandsflokkinum, sum var landsstýrismaður, tá koronufarsóttin var, heldur, at landsstýrið eigur at gera eitt hugskotskatalog:

 

1528798

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum kjakaðust um málið á Breddanum fyrrapartin.

Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532