Nýggjur stjóri á Akstovuni

Nýggjur stjóri á Akstovuni
Andras Marr Poulsen tekur við starvinum eftir summarfrítíðina
Andras Marr Poulsen er nýggjur stjóri á Akstovuni.
 
25.05.2022 - 13:41

Andras Marr Poulsen er settur sum nýggjur stjóri á Akstovuni, upplýsir Fíggjarmálaráðið.

Andras Marr Poulsen hevur drúgvar leiðsluroyndir frá politinum, bæði sum vaktleiðari og linjusjefur.  Hann hevur eisini verið sýslumaður.  Seinastu árini hevur hann verið tilbúgvingarsamskipari í Fiskimálaráðnum.

Andras Marr Poulsen er 51 ára gamal og úr Hoyvík. Hann er útbúgvin politistur og hevur BA í løgfrøði. Harumframt hevur hann tikið leiðsluútbúgving.

Andras Marr Poulsen byrjar væntandi í starvinum eftir summarfrítíðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Gudstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096