Aldursmark fyri at keypa vápn verður neyvan til lóg

Aldursmark fyri at keypa vápn verður neyvan til lóg
Umboðsmannatingið atkvøður um fleiri partar av endaliga lógaruppskotinum, áðrenn atkvøtt verður um allan pakkan
Uppskotið kom eftir hópdrápini í Buffalo í New York og í Uvalde i Texas.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.06.2022 - 14:51

Amerikanska umboðsmannatingið hevur samtykt eitt uppskot um at seta 21 ára aldursmark fyri at keypa hálvautomatisk vápn í USA. 

Men hetta verður neyvan sett í gildi.

Uppskotið kom eftir hópdrápini í Buffalo í New York og í Uvalde i Texas.

Kortini er lítið sannlíkt, at uppskotið  verður til lóg, tí samráðingarnar í senatinum snúgva seg um at styrkja arbeiðið við sálarligari heilsu, trygdartiltøk við skúlar og at kanna bakgrundina hjá fólki, sum keypa vápn.

Umboðsmannatingið atkvøður um fleiri partar av endaliga lógaruppskotinum, áðrenn atkvøtt verður um allan pakkan. 

Tann parturin av uppskotinum, sum snýr seg um aldursmarkið, var samtyktur við 228 atkvøðum fyri og 199 ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815