Túsund flogskiparar hjá SAS ætla sær í verkfall

Túsund flogskiparar hjá SAS ætla sær í verkfall
Óvist er, um fráboðaða verkfallið eisini fer at ávirka flúgvingina til og úr Føroyum
Óvist er, um fráboðaða verkfallið hjá flogskiparunum í SAS eisini fer at raka flúgvingina til Føroya.
 
10.06.2022 - 13:35

Umleið 1.000 flogskiparar hjá SAS boða frá verkfalli, sigur fakfelagið hjá flogskiparunum.

Samstundis sum flogskiparar í Danmark hava boðað frá verkfalli, hava flogskiparar í Noregi og Svøríki eisini gjørt tað sama.

Fara flogskipararnir í verkfall, fer tað helst at darva og ávirka summarfrítíðina hjá nógvum fólkum í Skandinavia.

Tað er óvist, um fráboðaða verkfallið fer at ávirka flúgvingina til og úr Føroyum. Regin Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, hevur eingi boð fingið frá SAS.

 

Byrjar 24. juni

Eitt verkfall skal fráboðast minst 14 dagar frammanundan, og flogskipararnir hjá SAS fara tískil í fyrsta lagi í verkfall 24. juni.

Tað er dagin fyri, at skúlarnir fáa summarfrí, men formaðurin í fakfelagnum hjá flogskiparunum vísir aftur, at tað er fyri at tarna so nógvum fólkum, sum gjørligt.

- Vit hava samráðst við SAS síðani miðskeiðis í november, hvussu sparingarnar kunnu gerast, sigur Henrik Thyregod, sambært Ritzau.

Sáttmálin hjá flogskiparunum fór úr gildi 1. apríl í ár, og tí kunnu flogskipararnir fara í verkfall, uttan at tað er í stríð við reglurnar.

Svenski staturin, sum eigur 21,8 prosent í SAS, boðaði týsdagin frá, at flogfelagið fær ikki meira pening haðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040