Størsta rentuhækking í USA síðani 1994

Størsta rentuhækking í USA síðani 1994
Stig eru tikin ov seint at minka inflatiónina, og tí er neyðugt at taka álvarsligari stig alt fyri eitt, sigur amerikanski tjóðbankin
Stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Jerome Powell, tá hann boðaði frá stórari rentuhækking í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.06.2022 - 08:24

Amerikanski tjóðbankin hevur hækkað vegleiðandi rentuna 0,75 prosentstig, og tað er størsta hækkingin síðani í 1994, skrivar Ritzau.

Bankin sigur eini fráboðan, at rentuhækkingin er neyðug fyri at tálma inflatiónina, ella prísvøksturin.

Inflatiónin í USA var í mai gjørd upp til 8,6 prosent fyri árið.

Amerikanski tjóðbankin viðgongur, at stig ov seint eru tikin til at minka inflatiónina, og tí er neyðugt at taka álvarsligari stig alt fyri eitt.

 

Merkist eisini um okkara leiðir

Amerikanska rentuhækkingin fer eisini at merkjast um okkara leiðir, sigur ovasti búskaparfrøðingurin í Arbejdernes Landsbank í Danmark, Jesper Juul Borre.

Hann sigur, at donsku lántakararnir longu hava merkt, at rentan hækkar. Fasta rentan á einum láni er nú næstan fimm prosent. Um ársskiftið var rentan tvey prosent og í fjør 0,5 prosent, sigur hann.

Fyri nógv lán er talan um stóra hækking, men tað eru eisini tey, sum hava lánt við fastari rentu, og tey kunnu minka um restskuldina, sigur Jesper Juul Borre.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815